KÍ skrivaði eina føroyska fótbóltssøgu á so nógvar mátar í gjár, tá KÍ bygdi víðari á søguliga sigurin á Ferencváros og samanlagt gav hetta nógv størsta fótbóltsbragd í søguni fyri feløg.
Eitt sum longu er heilt vist er, at KÍ kemur at spæla 14 altjóða dystir í 2023. Átta í undanumfarinum og seks í bólkspælinum.
Lutakast til bólkaspælið er 1. september
Kemur KÍ í Conference League bólkaspælið, sum í minsta lagi er tryggjað, so eru dystardagarnir hesir:
Dystardagur 1: 21. september
Dystardagur 2: 5. oktober
Dystardagur 3: 26. oktober
Dystardagur 4: 9. november
Dystardagur 5: 30. november
Dystardagur 6: 14. desember



