Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannførandi avrik

Jákup Ósá

Fjórða árið á rað vann KÍ seg víðari í altjóða kapping. Eitt sera professionelt avrik í Klaksvík í kvøld.

KÍ vann 2-0 í einum dysti, sum í fyrra hálvleiki var javnur uttan málmøguleikar. Men í seinna hálvleiki kom KÍ sera væl út og Árni Frederiksberg skoraði triðja árið á rað og løtu seinni var 2-0, tá Páll A. Klettskarð skallaði hornasparksinnlegg í málið.

Gott lív var í áskoðarunum móti endanum, tá KÍ koyrdi sigurin trygt heim. Eitt sera flott avrik, tí tað er avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja, at eitt føroyskt lið skal senda eitt lið úr Finnlandi út úr altjóða kapping. Góða altjóða gongdin á heimavøllinum í Klaksvík heldur fram, har KÍ ikki hevur tapt síðani 2021.