Tríggir leikarar spældu fyri fyrstu ferð á besta liðnum, og Heðin á Lakjuni vísti stórspæl, tá KÍ vann tryggan 5-0 sigur móti 07Vestur í dag.
Í hálvleikinum var støðan 2-0 til KÍ og tað var eisini í tráð við leikgongdina. Fyrst skoraði Ndende Adama Gueyé og síðani gjørdi 07Vestur sjálvmál. Í seinna hálvleiki fekk KÍ trý mál afturat, tá Ísak Simonsen, Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni skoraðu.
Hjá KÍ var talan um sermerktan dag uppá fleiri mátar. Ikki færri enn tríggir leikarar – Jóannes Bjartalíð, David Langaard og Andrias Frederiksberg – spældu sínar fyrstu almennu minuttir á besta liðnum. Og so sóu vit stórspæl frá afturvenda Heðini á Lakjuni, sum spældi seinastu 25 minuttirnar á vinstra vongi og var við í nógvum. Í miðverjuni spældi Ísak Simonsen fyri fyrstu ferð nakrantíð á hesum plássi í bestu deildini og hann kom væl frá uppgávuni, men tá skal havast í huga, at 07Vestur liðið, ið var eitt stórt vónbrot, als einki hevði at bjóða frameftir.
Sostatt er KÍ fult uppiborið í pottinum, tá lutakastið um 1/4 finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður mánakvøldið.




