KÍ vann ein uppibornan sigur á EB/Streymi, men tað var stórt sæð eisini tað einasta, sum teir ljósabláu kundu brúka frá dystinum, tí leikliga var lítið at reypa um. Har kunnu umstøðurnar hava spælt inn.
KÍ hevði broytt liðið nakað til hendan dystin. Árni Frederiksberg var fluttur frá høgra vongi og inn sentralt. Hetta hava bæði NSÍ og B36 áður roynt, so hetta eru kendir tankar hjá venjarum, í longri tíðarskeiðum í venjingardystum, men eru farin burturaftur frá tí. Á høgra vongi spældi Claes Kronberg, meðan Vegard Forren kom inn í miðverjuna og í álopinum byrjaði Sivert Gussiås fyri Páll A. Klettskarð, sum hevur verið sjúkur í vikuni.
KÍ fekk einasta málið í dystinum í fyrra hálvleiki, tá Luc Kassi legði innfyri til Árna Frederiksberg, sum skoraði. Árni fekk eisini ein annan góðan møguleika frá síni støðu sentralt, so á tann hátt riggaði trekkið í onkrum støðum, men sum heild manglaði nógv í smáspælinum hjá KÍ. EB/Streymur vardi væl og fekk ein møguleika, men skotið endaði umvegis eitt KÍ bein beint uttanfyri stongini.
Í hálvleikinum kom Deni Pavlovic inn fyri René S. Joensen. Tað gjørdi, at Árni fór á kantin, Luc á framrættaða miðvøllin og Claes Kronberg á vinstra kant. KÍ hevði tað framvegis torført í spælinum og ei heldur blivu hornaspørkini, sum vóru sera mong í tali, serliga vandamikil. Tað var langt millum góðu KÍ-álopini og hugflogið manglaði. EB/Streymur hótti sjáldan, men einaferð mátti Markus O. Pettersen bjargað langskoti og í yvirtíðini skeyt Filip Djoprdjevic uppum. Jóannes K. Danielsen og Páll A. Klettskarð høvdu vandamiklastu royndirnar hjá KÍ.
Umstøðurnar kunnu verða frágreiðingin
Sum heild merktist ein misnøgd inná KÍ-avrikið bæði inni á vøllinum og millum áskoðararnar. Spælið hekk ikki saman og langt var millum góðu álopini. Men hví var KÍ so langt frá sínum besta? Tað kunnu verða umstøður rundanum sum spældu inn. M.a. hava stórt sæð allir landsliðsleikararnir verið sjúkir í vikuni upp undir dystin, meðan Mads B. Mikkelsen ikki var við vegna skaða. Hansara leiklutur í skapandi spælinum er helst bara vaksin síðani Jóannes Bjartalíð er farin. Harafturat hevur verið ein langur steðgur vegna kava og landsdystir og tá er ikki óvanligt, at rytman fer. Tí er ikki vist, at man skal leggja allan týdningin í tað, sum man sá hendan dystin.



