Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnur og 07Vestur kvinnur 1-1

Oliver Joensen

Seinasti heimadysturin hjá KÍ kvinnunum í ár gjørdist ikki sørt undirhaldandi. Tað rak hart um kíkin við bæði málini í løtum, men samanumtikið var KÍ liðið vandamiklari enn 07Vesturliðið. Hjá KÍ stóð ikki nógv upp á spæl til hendan dystin, men hugaligt var tó at síggja eitt 07Vesturlið, ið legði nógv fyri.

Málið hjá KÍ átti Durita Hummeland ímeðan Evelin Da Silva Mastropasqua átti málið hjá 07Vestur.

Aftaná dystin bjóðaði KÍ øllum áskoðarum og leikarum til flott køkuborð og kaffi í “Glasstovuni”.