Hóast KÌ hevur havt fleiri góðar málmøguleikar so eru fronsku meistararnir úr FCF Juvisy á odda 3-0 í hálvleikssteðginum
Í løtuni spæla KÍ kvinnurnar evropa cup dyst í Edenburg í Skotlandi og Petur Simonsen, sum er við KÍ-kvinnunum, sigur við Norðlýsið at dysturin er sera javnur.
– Vit hava havt fleiri góðar málmøguleikar men eru ikki nóg effektivir framman fyri málið.
– Fronsku meistararnir eru kvikari og sterkari enn vit, men munurin er tó ikki so stórur sum málini vísa.
Dramatikkur í hálvleikinum
Tá dómarin hevði floyta fyri hálvleiki fingu øll bráddliga boð um at fara av stadion.
– Alarmklokkurnar fóru at ringja og vit fingu boð at ríma av stadion, tí eldávaringarskipanin var farin í gongd.
– Men áðren leikararnir blivu førdir úr fingu vit boð um at talan var um falskan alarm.
KÍ-liðið:
Málverji, Randi Wardum.
Verjan: Paula Mikkelsen, Paula Sjóstein, Ragna Patawary, og Anja Sjóstein.
Miðvøllurin: Elsa Maria Simonsen og Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð og Bára Skaale.
Álopið: Malena Josephsen, Kristian Eyðbjørnsdóttir (Kristina er farin út við skaða og inn er komin Sigrid Jacobsen)




