Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar aftur í eldin

Oliver Joensen

Í annaðkvøld verður útsetti dysturin ímóti GÍ hjá kvinnunum í bestu deildini leiktur á Djúpumýru kl. 18.15.

Jón Harald Poulsen, venjari hjá KÍ kvinnunum, sigur í kvøld, at hann fekk eina áheitan frá GÍ um at spæla dystin, sum átti at verið leiktur 24. septembur. GÍ fekk tá ikki manna lið. KÍ kvinnurnar játtaðu beinanvegin, tí tær høvdu eisini hug at fáa dystin leiktan og avgjørt er tí, at dysturin skal leikast í annaðkvøld, mikukvøldið, kl. 18.15.
GÍ hevur møguleika fyri heiðursmerkjum, tí um tær vinna dystin ímóti KÍ kvinnunum, ella seinasta dystin ímóti AB leygardagin, so fáa tær bronsuheiðursmerki.
Áhugavert verður at síggja hvussu leikur fer í annaðkvøld, tí Malena Josephsen hevur møguleika at gerast toppskorðari hjá kvinnunum, henni manglar bert eitt mál at koma á hædd við toppskorðaran, men megnar hon fleiri enn eitt, so gerst hon toppskjútti í deildini.