icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar blástu AB av vølli við stórsigri

Oliver Joensen

Tað var ikki nógv, AB-kvinnurnar formáddu sær ímót KÍ kvinnunum ídag.

Tað var ein frægd fyri eygað at síggja KÍ kvinnurnar ídag við góða fótbóltsspælinum og tolni í uppspælinum. Harafturat valdi venjarin at seta Maluna Heinesen inn, eina av teim nýggju óroyndu, og hon spældi upp til álitið.
Hóast AB royndi, so megnaðu tær ongantíð at vera nøkur hóttan fyri KÍ og KÍ kvinnurnar vóru effektivar í álopunum, tí tær skoraðu næstan uppá allar upplagdu møguleikarnar. Sigast skal tó, at AB málverjin stóð sera væl og hevði fleiri góðar bjargingar.
Flott KÍ, við hasum spælinum er møguleiki fyri at koma langt, kanska serliga tá hugsað verður um Europa Cup.
KÍ vann 7-1 á AB, málini skoraðu Rannvá Andreasen 3, Malena Josephsen 3 og Sigrid Jacobsen 1.