Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar ein dyst frá FM

Jákup Ósá

KÍ vann í kvøld tryggan 4-0 sigur í Gundadali. Tað merkir, at KÍ kvinnurnar kunnu vinna FM heitið, um tær vinna næsta dyst.

Hetta ger, at KÍ í øllum førum hevur eina leiðslu á 13 stig áðrenn seinastu 5 umførini. Og vinnur KÍ næsta dystin, sum verður 23. august móti ÍF/Víkingi í Klaksvík, so er KÍ FM vinnari áðrenn seinastu fýra umførini.

KÍ vann 4-0 í kvøld móti AB/B36 í Gundadali. Málini skoraðu Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen og Sigrun Sirdal.