Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar eru nú 8 stig frammanfyri EBS/Skála

Oliver Joensen

Myndarøð: KÍ vann meðan EB/Streymur/Skála misti stig.

Bestu kvinnuliðini í fótbólti hjá KÍ og HB, leiktu dyst á Djúpumýru í dag. KÍ strýrdi dystinum og hóast HB hevði tveir skjótar framherjar, ið av og á hóttu verjuna hjá KÍ, so var tað KÍ sum var tað vandamiklara liðið og liðið, ið var betri fyri tekniskt. Úrslitið var eisini har eftir, ein tryggur 4-2 sigur. Maria K. Thomsen skoraði 3 mál og Rannvá B. Andreasen 1. Málini hjá HB skoraðu Hildur Egilsdóttir og Heidi Sevdal. EB/Streymur/Skála sum kappast í toppinum móti Kí spældi á útivølli móti ÍF/Víkingi og har endaði dysturin við javnleiki 1-1. Tað merkir, at KÍ nú er 8 stig frammanfyri nummar 2, nú liðini hava leikt eins nógvar dystir.

Her nakrar myndir frá dystinum: