Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar fremst í fótbóltskappingini

Oliver Joensen

FSVágar fekk ein avsmurning av KÍ kvinnunum á Djúpumýru í Kvøld. KÍ kvinnurnar vunnu heili 8-0.

So eru KÍ kvinnurnar aftur ovast á stigalistanum í bestu kvinnukappingini í fótbólti, trý stig frammanfyri kappingarneytan B36.
Í kvøld leiktu tær útsettan dyst ímóti FSV. Spælið var ógvuliga rótugt til tíðir, helst tí at munurin var ov stórur á liðunum. Í fyrra hálvleiki komu trý mál og í seinna 5. Malena Josephsen stóð fyri fýra málum, Vivian Bjartalíð skoraði tvey og Rannvá Andreassen og Ann skoraðu hvør sítt.
Eitt sindur av rumbuli stóðst av at Rannvá Andreassen fekk eina harða takling og hetta gjørdi at venjararnir báðir blivu nakað ógvusligir úti á síðulinjuni, men alt spældi tó væl av.