Leygardagin vístu KÍ kvinnurnar, at tær ætla at halda beina kós ímóti føroyameistaraheitinum.
Tað var ikki sama mótstøðan, sum KÍ kvinnurnar møttu á djúpumýru leygardagin, sum tær møttu í fyrsta dystinum ímóti EB/Streymi á Mølini á Eiði.
Leygardagin var munurin stórur millum liðini. Kí kvinnurnar stýrdu dystinum frá fyrsta bríksli og longu tá komið var til hálvleiks høvdu tær lagt seg á odda við trimum málum ímóti ongum. Trý mál komu afturat í seinna hálvleiki og fingu Kí kvinnurnar tvey ímeðan EB/Streymur fekk eitt og gjørdist endaliga støðan sostatt ein stórsigur til KÍ, nevniliga 5-1.
Næsti dysturin hjá KÍ kvinnunum verður longu í annaðkvøld, tá tær skulu spæla ímóti AB.




