Tá ið KÍ-kvinnurnar vunnu sítt fyrsta FM-heitið í 1997, hevði HB longu vunnið seks meistaraheitið, men nú stendur á jøvnum 7-7 millum tey bæði mest vinnandi feløgini í kvinnufótbólti
Tað tók nøkur ár at fáa kvinnufótbóltin í Klaksvík veruliga í gongd. Hóast landskappingini byrjaði í 1985, vann KÍ ikki sítt fyrsta FM-heitið fyrr enn í 1997. Tá hevði HB verið sterkasta liðið í landinum og hevði longu vunnið seks FM-heiti.
Men meðan kvinnufótbólturin í HB er fullkomiliga steðgaður upp síðani HB vann sítt sjeynda FM-heitið í 1999, men hevur ikki havt kvinnulið seinastu tvey árini hevur KÍ rættiliga fingið vind í seglini.
Seinastu seks árini hevur KÍ vunnið FM-heitið, og nú hevur KÍ samanlagt vunnið sjey FM-heitið, og tað er tað sama sum HB. Triðja felagið í røðini er B36, sum hevur vunnið fýra FM-heitið hjá kvinnum.
Næsta ár kann KÍ fara fram um HB sum mest vinnandi kvinnuliðið í landinum.




