Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar ikki vunnið steypið til ognar

John William Joensen

Hóast vit og aðrir fjølmiðlar hava sagt og skrivað at KÍ kvinnurnar vunnu steypið til ognar, so er tað ikki rætt. Enn hevur HB ein spinklan møguleika at vinna steypið.

Í Kappingarskipanini stendur nevnuliga skrivað at kappast skal um steypið fram til 2007, og tað felag sum hevur vunnið tað oftast hesi árini vinnur steypið til ognar.
KÍ hevur vunnið steypið fýra ferðir meðan HB hevur vunnið tað tríggjar ferðir. Enn eru trí ár eftir at kappast um steypið og tí hevur HB framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna steypið, men fyrsta treytin má so vera at HB fær sær eitt kvinnulið.