Tað bleiv sum væntað ein ómøgulig uppgáva hjá KÍ-kvinnum í Oslo í gjár móti Vålerenga.
KÍ kvinnurnar taptu 7-0 móti oddaliðnum í Noreg. Hyggur ein eftir hagtølunum fyri dystin, so var eisini stórur munur á liðunum í hesum Champions Leagu dystinum.
KÍ-kvinnurnar kunnu tó taka eina uppliving við sær og m.a. vóru nógvir leikarar, ið spældu sín fyrsta Champions League dyst. Longu í 2021 fáa tær aftur møguleikan í Champions League, tí KÍ endurvann meistaraheitið í ár.



