Besta kvinnuliðið hjá KÍ hevur higartil í ár vunnið allar sínar dystir. Í dag var tað var tað ÍF/Víkingur/B68, sum stóð fyri skotum í Fløtugerði.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men tá einir 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki legði Jensa Tórolvsdóttir Íf/VB á odda. í 69 minutti javnaði Evy á Lakjuni og í tá ið umleið eitt korter var eftir av dystinum skjeyt Birita Ryan sigursmálið fyri KÍ. Støðan í kappingini er í løtuni hendan: KÍ hevur leikt 12 dystir og hevur 36 stig, ÍF/VB 11 dystir og hevur 12 stig, NSÍ 10 dystir og 15 stig, HB 11 dystir og 13 stig, B36 11 dystir og 11 stig og EB/Streymur/Skála 11 dystir og 4 stig.



