Í løtuni tykist møguleiki vera fyri, at KÍ kvinnurnar fáa ein nýggjan venjara fyri komandi kappingarár, hóast einki er endaliga avgjørt enn.
KÍ kvinnurnar vunnu í fjør sítt 16. føroyameistaraheitið á rað. Hetta er sum øllum kunnugt heimsmet og vann liðið eisini steypakappingina í fjør sum so ofta fyrr. Hóast EB/Streymur/Skála hótti til tíðir og í innanhýsis dystum gav KÍ harða mótstøðu, so bleiv føroyameistaraheitið hjá KÍ tryggjað í góðari tíð. Nú stendur so nýtt kappingarár fyri framman.
Samráðast við venjara
Í fjør høvdu KÍ kvinnurnar ongan venjara og tískil vóru tað m.a. fleiri leikarar, sum tóku sær av venjarauppgávunum. Men í løtuni er møguleiki fyri, at kvinnurnar fáa ein nýggjan venjara, sigur Heri Ellingsgaard, sum seinastu árini hevur verið ábyrgdarpersónur hjá KÍ kvinnunum.
– Vit eru í samráðingum við ein venjara fyri komandi kappingarár. Vit hyggja bara í Føroyum, tá vit leita eftir einum venjara og vónandi eydnast tað hesaferð, sigur Heri Ellingsgaard við Norðlýsið.
Hann vil ikki nevna, hvør venjarin er, so leingi sum samráðingarnar fara fram.




