Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar skulu til Póllands at spæla

Oliver Joensen

Lutakast hevur verið um hvussu tey ymsu liðini skulu leika í UEFA Cup hjá kvinnum og greitt er nú, at okkara kvinnur skulu til Wroclaw í Polen.

Kvinnurnar hjá KÍ eru í bólki A6 og skulu leika ímóti Metallist Kharkov (UKR), AZS Wroclaw (POL), KÍ Klaksvík (FAR) og Cardiff City LFC (WAL).
Vit hava omanfyri nevnt liðini í tí raðfylgju tey eru styrkismett. Tað verður AZS Wroclaw, sum verður vertur. Í stuttari viðmerking sigur Ragna Andreasen úr KÍ, at so vítt tær duga at meta, so er hetta ein góður bólkur hjá KÍ at koma í, og at tær meta seg ikki vera uttan møguleikar í hesi kappingini. Men leggur hon dent á, vit vita ikki nógv um hini liðini, so alt skal takast við størsta fyrivarni.
Kappingin verður í viku 30 og roknað verður við at farið verður úr Føroyum 17. ella 18 juli.