Vinnarin tekur oddasessin áðrenn tey síðstu trý umførini.
FM-kappingin hjá kvinnum stendur millum KÍ og EB/Streym/Skála. KÍ hevur 39 stig, meðan EB/Streymur/Skála hevur 37 stig. KÍ hevur nógv betri málmun. Liðini møtast leygardagin við Margáir í Streymnesi. Vinnarin tekur oddasessin og hevur tá alt í sínum hondum undan trimum teimum síðstu umførunum.
Dysturin byrjar kl. 17.00 og kann eisini síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum.



