Leygardagin verður toppdystur í bestu kvinnudeildini í Norðragøtu.
ÍF/Víkingur/B68 er oddalið í bestu kvinnudeildini við at hava vunnið sínar tveir fyrstu dystir. KÍ hevur bara spælt ein dyst, sum liðið vann. Tískil er talan um dyst millum tvey lið við fullum stigatali. Eisini HB hevur fult stigatal.
Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 15.00.



