Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar steypavinnarar 2016 – sjeynda árið á rað

Oliver Joensen

Í einum spennandi steypadysti á Tórsvølli í gjárkvøldi, vunnu KÍ kvinnurnar 3-2 á HB. Umframt at gerast steypavinnarar, fingu KÍ kvinnurnar ein kekk frá býráðnum upp á eina venjingarlegu í 2017.

“Kvinnurnar skulu ikki fáa eina minni gávu frá býráðnum enn menninir”, segði Signhild Johannesen, formaður í Mentanarnevnd býráðsins, tá hon handaði gávuna til KÍ kvinnurnar, á heiðursmóttøku á loftinum í KÍ høllini í gjárkvøldið.