Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar styrkja seg til Champions League

Jákup Ósá

Landsliðsleikararnir Rakul Maria Johannesen úr B36 og Leila Pætursdóttir úr Víkingi eru komnar til KÍ í summar.

Aleksandar Djordjevic er vejari hjá KÍ kvinnunum og hann sigur, at leikararnir eru fyrst og eru komnir fyri at styrkja um hópin til Champions League dystirnar, tí KÍ hópurin er ov smalur.

– Vit hava bara 15-16 leikarar og tað er ov lítið til Champions League fótbólt. Rakul kemur bara til Champions League dystirnar, meðan tíðin vil vísa, um Leila verður longri hjá KÍ. Rakul er miðvallaleikari, meðan Leila kann brúkast í nógvum plássum, sigur Aleksandar Djordjevic.

Hann sigur, at eftir Champions League missir KÍ bæði Randi Wardum og Sofíu Purkhús. Eisini er ivamál um Ásu Klakstein Thomsen. KÍ liggur í løtuni aftanfyri EBS/Skála í landskappingini, men venjarin er framvegis vísur í, at KÍ vinnur greipuna.

– Eg eri 100% vísur í, at vit vinna báðar kappingarnar í Føroyum, sigur hann.