Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu 5-1 ímóti SC Luwin úr Sveis

Oliver Joensen

So hava kvinnurnar hjá Kí leikt sín fyrsta dyst í Uefa Cup í ár. Sigast má, at tær taptu ímóti einum betri liðið.

Dysturin í Struga í Makekonien ídag, har KÍ kvinnurnar leiktu ímóti SC Luwin úr Sveis, endaði við einum 5-1 sigri til sveisisku kvinnurnar. Petur Simonsen sigur, at tað at hitin fór væl uppum 30 hitastig, gjørdi sítt til at okkara kvinnur mistu konsentratiónina í seinna hálvleiki.
Vit leiktu sera klókt allan fyrra hálvleik og førdu í hálvleikinum við einum máli ímóti ongum. Tað var Vivian Bjartalíð, sum sera hegnisliga stútaði bóltin uppum málmannin hjá Sveis og í netið. Tíðuliga sást í seinna hálvleiki, at kreftirnar hjá okkara kvinnum byrjaðu at ganga undan, bæði tí at liðið úr Sveis var eitt sera sterkt lið og ikki minst tí at hitin fór væl uppum 30 stig. Harafturat skal takast við at summar av kvinnunum høvdu ferðast allan gjárdagin, tær fóru av Klaksvík kl. 06 í gjáramorgunin og vóru ikki frammi á Hotel Drim í Struga fyrr enn kl. 02 síðstu nátt og tað setur sjálvandi eisini síni spor.
Men úr Makedonia frætta vit, at kvinnurnar hyggja frameftir og búgva seg til næsta dystin, sum verður hósdagin  ímóti FC Codru Anenii Noi úr Moldova. Roknað verður við, at sveisiska liðið, sum KÍ kvinnurnar júst hava spælt ímóti er besta liðið í kappingini, tí tað er sveisiska liðið sum er hægst seatað. Seinasti dysturin verður leygardagin ímóti Makedonia.
Norðlýsið fer eisini at fylgja hesum báðum dystunum.

Beint nú skrædnaði hjá verjuni
Tá 30 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki kom Sveis longur framum við tveimum málum afturat soleiðis at støðan var 4-1 til Sveis.
KÍ hevur gjørt eina útskifting, Ragna Andreasen er komin inn fyri Ann Joensen, men hetta hevur ikki hjálpt, tí Sveis hevur júst nú fingið tvey mál afturat. Hitin darvar okkum nógv og nú kreftirnar hjá okkara kvinnum byrja at ganga undan ger skjótleikin seg eisini galdandi.
Annars frætta vit, at Randi Wardum hevur staðið ein sera góðan dyst og hevur havt fleiri sera góðar bjargingar.

30. minuttir av seinna hálvleiki
Støðan er enn tann sama, Sveis førir við tveimum málum ímóti einum. Tað var sum sagt KÍ sum fór til hálvleiks við eini 1 máls leiðslu. Men beinanvegin í seinna hálvleiki fekk Sveis tvey skjót mál.
Beint tá 30 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki hevði KÍ ein risa málmøguleika, men okkara leikari ið bert skuldi seta bóltin í netið, rakti ikki bóltin og so bleiv tað av ongum.
Vit frætta annars at Kí liðið verjir sera væl.
15. minuttir leiktir av seinna hálvleiki
Kreftirnar byrjaðu at ganga undan nú annar hálvleikur byrjaði í Makedonia. Tá tveir minuttir vóru farnir, javnaði Sveis ímóti KÍ kvinnunum og tá bert 11 minuttir vóru leiktir, legði Sveis seg framum við støðuni 2-1.
Okkara kvinnur stríðast tó framvegis og koma væl framímóti sveisiska málinum, men neyvleikin hevur mangla.
Okkara maður Petur Simonsen sigur, at hitin nú er farin væl uppum 30 hitastig og hetta darvar okkara kvinnum nógv.

Hálvleiksstøðan  1-0 til KÍ
Úr Makedonia frætta vit at KÍ kvinnurnar nú eru meira fyri seg komnar og hava havt fleiri góð álop, men trýstið er framvegis heldur stórt á KÍ málið. Stútarin sum Vivian sendið í netmeskarnar hjá sveisisku kvinnunum tá einir 15 minuttir vórðu farnir hevur hildið til nú og liðini eru farin til hálvleiks har KÍ kann fegnast um at hava leiðsluna.