Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu 5-3 til Moldova

Oliver Joensen

So var dysturin liðugur í Ter Leede. FC Codru vann við 5 málum móti trimum. Í løtuni eri eg ógvuliga keddur, sigur Jón Harald Poulsen, venjari.

Kl. 16.55
Okkara maður í Hollandi sigur, at  1. kvinnuliðið hjá KÍ er væl fyri at fara undir seinasta dystin í hesum UEFA-cup umfarinum. Hóast tær hingu eitt sindur við høvdinum eftir dystin ímóti Hollandi fyrradagin, so ætla tær at bíta frá sær ídag. Moldaviska liðið er annars kent fyri at spæla harðan fótbólt.

6. min
Vit spæla við vanligu uppstillingini í Ter Leede í Hollandi ímóti Moldavia. Vit hava sólina í ryggin í fyrra hálvleiki og veðri er gott og ikki ov heitt.
Vit hava longu havt trý hornaspørk, sum tó enn ikki hava givið mál.

15 min.
Í umleið 10 minutti, eydnaðist tað einum kvikum moldaviskum leikara at sleppa leysur í okkara verju og at skorað til 1-0 til Moldavia. Hinvegin hava vit havt bóltin í málinum hjá FC Codru úr Moldavia, men málið varð ikki góðkent. Heri Ellingsgaard sigur, at støðan nú er ikki eftir spælinum. KÍ spælir væl í løtuni.


30 min.
Rannvá Andreasen hevur javnað til 1-0. Eitt gott innlegg kom frá Unu Olsen úr høgru síðu og Rannvá setti bóltin trygt í netið til 1-1. Okkara fyrsta mál í UEFA Cup kappingini í Ter Leede kom í 29. minutti. FC Codru úr Moldavia hevur ein sera skjótan og tekniskt góðan áleypara, sum alt hjá teimum er bygt upp um, men sagt verður úr Hollandi at KÍ spælir væl upp til moldaviska liðið.

35 min
HURRA!! HURRA!!! KÍ kvinnurnar hava skorað tvey mál móti Moldavia í Hollandi. Ragna Andreassen fór driblandi úr egnu hálvu, driblaði eini fýra fimm mótleikarar av og settið sjálv bóltin í netið til 2-1 til KÍ. Úr Hollandi frætta vit at hetta veruliga var eitt einmansavrik.

Hálvleikur og 3-1
Í 43. minutti av fyrra hálvleiki í dystinum ímillum KÍ og FC Codru, eydnaðist tað Malenu Josephsen at fanga ein bólt sum moldaviski malmaðurin skuldi hava og seta hann í netið til 3-1. KÍ hevur tikið leiðsluna í Ter Leede og vit frætta at spælið gongur væl í løtuni.

55 min.
Puha! Støðan er nú 3-2 í Hollandi. Í hálvleikinum fingu vit fatur á Jón Harald Poulsen venjara og hann segði okkum eisini at Moldavia hevur ein frammúr áleypara, sum megnar at fara sjálvur, og tað gjørdi hon aftur tá 7 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Støðan er nú 3-2 til okkara. Moldaviski úrmælingurin rann við bóltinum ímóti einum múri av verjuleikarum hjá okkum. Lyfti bóltin hegnisliga uppum allar og fór síðani sjálv ígjøgnum og skoraði.

65 min.
Í 64. minutti eydnaðist tað sama áleyparinum, hjá Moldavia, sum hevur skorað hini bæði málini, at skorað mál nr. 3, soleiðis at støðan nú er 3-3 í Ter Leede. Sagt verður annars, at spælið hjá okkum annars gongur væl. Vit hava tó stórar trupuleikar við frammúr moldaviska leikaranum. Hon hevur ov lætt við at fara ígjøgnum okkara verju.

75 min.
Tað gongur av skriðjuni í dystinum í Hollandi. Eftir at alt sá so ljóst út, sær út til at tað verður rættuligt sorl, sum KÍ kvinnunum verður fyri í hesum Uefa Cup dystinum í Hollandi. Hesar seinastu minuttirnar hava moldavisku leikararnir fingið tvey mál afturat og harafturat sær út sum um spælið hjá okkara leikarum er dotti fullkomuliga sundur.

So var dysturin liðugur.
Tað var eitt sera skuffað KÍ lið sum kom av vøllinum í kvøld. Alt sá so væl út, men verjan hjá okkum megnaði ikki at demma upp fyri einum sera vælleikandi áloypara hjá Moldova og henni eydnaðist at skjóta fýra av fimm málum sum Moldova fekk.
Meira um eina løtu.

Jón Harald Poulsen, venjari:
Tað var ótrúliga skuffandi at seinni hálvleikur skuldi gangast so illa hjá okkum. Frá eini leiðslu uppá tvey mál vundu Moldavisku leikararnir seg upp til at enda dystin við eini tvey máls leiðslu.
Sum heild kann eg bara siga um dystin, at fyrri hálvleikur var tann betri hjá okkum, ímeðan Moldavia hevði ein nógv betri seinna hálvleika og tað var í lagið at tær vunnu. Tað sýntist sum um tær úr Moldova vóru meiri uppsettar enn vit tá um galt.

Harleywoodpaint