Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu 8-0

Oliver Joensen

Ímóti russiska liðnum Zvezda-2005 gekk ikki væl hjá KÍ-Kvinnunum í Lithava ímorgun, aftaná hálvleiksstøðuna 2-0, taptu okkara kvinnur heili 8-0.

Russiska liðið var sjálvandi nógv sterkari, tær vunnu eisini 8-0 í dystinum ímóti Lithava, so spennandi verur týsdagin, tá KÍ og Lithaua skulu møtast í europacup fyri kvinnur í Lithava.
Vit frætta at hitin lá um 25 stig ímeðan dysturin var leiktur og sólin bakaði niður. Spælið gekk so nøkunlunda í fyrra hálvleiki, men í seinna skræðnaði alt, helst orsakað av at okkara ikki orkaðu meira.