Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Kí kvinnurnar taptu í dag í móti NSÍ

Oliver Joensen

Tað var annars, KÍ sum kom best frá byrjanini tá Sólja Ernsdóttir setti bóltin í netið hjá NSÍ. Men tað tekst ikki burtur, at NSÍ liðið tóktist sterkara liðið langt inn í annan hálvleik. Helst mundi ein orsøk vera, at báðir verjuleikararnir hjá KÍ, Jórun Patawary og Tóru Højgaard ikki vóru á liðnum í dag orsakað av kortum.

Málini skutu Sølja Ernstdóttir, fyri KÍ og fyri NSÍ, Mirjam Huneck, Julia Naomi Mortensen og Heidi Sevdal. Eftir dagsins dystir hevur NSÍ nú 43 stig, KÍ 40 stig, Víkingur 40 stig, KÍ hevur tó betur málúrtøku, og HB hevur 27 stig.