Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnurnar taptu í Gøtu í gjár

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Kappingin um meistaraheitið hjá besta kvinnuliðnum er hørð í løtuni og hjá KÍ hevur ikki gingið eftir ánni. Í gjár tapti KÍ ímóti Víkingakvinnunum í Serpugerði. Úrslitið ger, at Víkingur nú er á odda í kappingini við 29 stigum, ímeðan KÍ kvinnurnar hava 25 stig, bæði liðini fyri 11 dystir. NSí hevur 23 stig fyri 10 dystir, NSÍ hevur í dag møguleikan at leggja seg á annað plássið, um tær vinna á B36.

Dysturin í Serpugerði í gjár endaði við einum 1-0 sigri til Víking.