Dysturin hjá kvinnunum á Argjum ídag, varð útsettur til klokkan 17.45. At dysturin varð spældur so seint, sæst eisini aftur í góðskuni á myndunum.
Um dystin kann sigast, at AB hevði ikki nógv at standa ímóti við, tá maskinan hjá KÍ kvinnunum var farin ígongd. Í veruleikanum var dysturin eitt langt álop á AB málið, og hóast málmaðurin hjá AB tók nógv, so var ikki nógv at gera hjá henni ímóti teim nógvu KÍ alopunum og tí fulkomuliga opnu verjuni hjá AB.
KÍ kvinnurnar eru nú stutt frá meistaraheitinum. Fýra dystir eru eftir av landskappingini, og KÍ kvinnurnar liggja 11 stig frammanfyri hinar. KÍ kvinnurnar hava eisini somikið góða málúrtøku, at um tær fáa bert eitt stig afturat, av teim 12 sum eru eftir at spæla um, so eru tær meistarar.
Málini ídag skoraðu Laila Pætursdóttir 1, Rannvá Andreasen 2, Annika Petersen 3, Eyðvør Klakkstein 1, Sigrid Jacobsen 1, Erla Christiansen 1, og Evi á Lakjuni 1. (Hetta var bert annar dysturin hjá ungu Evi og hon er longu komin á máltalvuna).




