Ikki kann sigast annað enn at kvinnurnar hjá Kí í fótbólti eru á beinari meistarakós.
Tað var spenningur upp undir dystin ímóti B36 í Havn sunnudagin, tí tað frættist í Klaksvík frammanundan at B36 hevði styrkt um liðið til júst hendan dystin, og skuldi B36 varveita møguleikan at gerast meistarar, so var umráðandi at tær vunnu á KÍ í Havn, men so varð ikki.
KÍ kvinnurnar løgdu seg skjótt á framum við einum máli sum Bára Klakkstein gjørdi og stutt eftir, skjeyt Rannvá eitt horna, sum fór beinleiðis í málið, tí skotið var so hart at málmaðurin hjá B36 kláraði ikki at halda. Málið bleiv tí noterað sum eitt sjálvmál. Støðan í hálvleikssteðginum var 2-0 til KÍ. Í seinna hálvleiki fekk B36 eitt brotsspart, sum tær settu í netið til 2-1. Fleiri mál komu ikki.
KÍ kvinnurnar eru nú 4 stig frammanfyri B36 og hava harafturat leikt tveir dystir færri, so tær hava møguleikan at koma 10 stig framum um tað gongst væl í teimum dystunum. Annars er enn eitt umfar eftir í kappingini hjá kvinnunum, har eitt nú KÍ kvinnurnar skulu leika ein dyst afturat ímóti hinum liðunum, so langt er enn eftir á mál.




