Í gjárkvøldið var dystur í Sandavági í steypakappingini ímillum kvinnurnar hjá FS-Vágum og fremsta kvinnuliðið hjá KÍ.
FS-Vágar kvinnurnar spæla í aðru deild, ímeðan okkara kvinnur sum helst øll vita leika í bestu deildini.
Sigast skal beinanvegin, at FS-Vágar megnaði væl at geva okkara kvinnum trupulleikar í fyrra hálvleiki. KÍ kom framum við einum brotssparki, sum Rannvá Andreasen setti í netið. Hetta var einasta málið sum kom í fyrra hálvleiki. Hóast FS-Vágar ikki fekk nakrar serligar málmøguleikar, so megnaðu tær tó at trýsta KÍ kvinnurnar aftur á vøllin í løtum í fyrra hálvleiki.
Men tá farið var undir seinna hálvleik, sást munurin á liðunum. Spælið hjá KÍ var nógv betur skipað, og tær dugdu at stýra spælinum hjá FS-Vágar, sum fyri stórsta partin gekk út uppá at senda langar bóltar fram til áloypararnar.
Dysturin endaði við einum 5-0 sigri til KÍ. Rannvá Andreasen skoraði 3 mál, Malena Josephsen 1 og Bára Skaale Klakkstein 1.
So KÍ kvinnurnar eru víðari í steypakappingini.




