Sigast má, at klassamunur var á liðunum báðum, sum møttust á Djúpumýru í dag. KÍ kvinnurnar løgdu seg beinan veg á odda. B36 liðið kom ikki til møguleikar í dystinum. Hinvegin kundi úrslitið væl gjørst nógv størri, um KÍ kvinnurnar høvdu brúkt málmøguleikarnar betur.
Men ein tryggur 6-0 sigur á B36 ídag er sjálvandi kærkomin.































































