Eiðiskvinnurnar við Jón Haraldi, sum venjara leiktu sín fyrsta dyst ímóti KÍ-kvinnunum ídag og vórðu sendar av vølli við stórtapi.
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvørt tað sterkara liðið var ídag. Í fyrra hálvleiki megnaðu Eiðiskvinnurnar so dánt at geva KÍ mótstøðu, men í seinna hálvleiki stóð KÍ nærum á øllum.
Sigast má, at klassamunur var á liðunum ídag og hóast Kí hevði fleiri av yngri leikarunum á vøllinum ídag, so megnaðu tær væl at stýra dystinum.
Dysturin endaði sum sagt við einum knúsandi 6-0 sigri til KÍ, og málini skoraðu: Doris 1, Vivian 1, Elsa Maria 2 og Sigrid 2.




