Sum úrslitið vísir, so var KÍ nógv betra liðið á Svangaskarði í dag. Dysturin allur var eitt stórt KÍ trýst á B68 málið. Men hóast stórsigur og klassamunur á liðunum, so gekk spælið hjá KÍ ikki so smidliga sum onkuntíð, men helst skal orsøkin finnast í muninum á liðunum.
Inni i seinna hálvleiki valdi venjarin at brúka tær yngru kreftirnar. Royndu leikararnir vórðu tiknir út á beinkin tó Malena var eftir inni. Heldur ikki her megnaði B68 at gera nakað við KÍ.
Rannvá Andreassen skjeyt sítt mál nummar 500 í føroysku landskappingini.
Málini í dag skutu: Hervør Olsen 4, Rannvá Andreassen 1, Eyðvør Klakstein 1, Evy á Lakjuni 1 og Malena Josefesn 1 (brotsspark).




