Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar vunnu á HB á Djúpumýru í dag

Oliver Joensen

 KÍ kvinnurnar greiddu sín “setning” í dag, við at vinna 1-0 á HB kvinnunum. Einsamalla málið í dystinum í dag jørdi Liljan Jacobsen. 

Sigast kann kanska, at munurin á liðunum var størri enn máltalvan vísti ídag. KÍ hevði eitt hav av málmøguleikum ímeðan HB hevði tvinnar stórar møguleikar upp undir endan.

Hetta var fyrsti dysturin í ár og samstundis fyrsti dysturin undir leiðslu av nýggja venjaranum. Nýggi landsliðsvenjarin hjá kvinnunum var á Djúpumýru í dag og eygleiddi dystin.