Dysturin í bestu kvinnudeildini á Djúpumýru í dag, endaði við einum 3-0 sigri til KÍ kvinnurnar ímóti Eb/Streymi/Skála.
Tað byrjaði væl hjá KÍ. Eftir nakrar minuttir har EB/Streymir/Skála leyp á, yvirtók KÍ spælið og hetta førdi til 3-0 áðrenn hálvleik. Sigrun Sirdal skoraði til 1-0. Malena Olsen til 2-0 og Eyðvør Klakstein til 3-0.
Í seinna hálvleiki tóktist sum um KÍ kvinnurnar vóru nøgdar, tí teir komu sjálvdan til nakað vandamikið álop, men koyrdu meira uppá spæl í verjupartinum. Hinvegin, so megnaði EB/Streymur/Skála tó heldur ikki at hótta málið hjá KÍ. Seinni hálvleikur gjørdist tí málleysur.
KÍ hevur nú 12 stig í bestu kvinnudeildini. B36 6 stig, NSÍ 5 stig, ÍVB 4 stig, HB 3 stig og EBS/Skála 1 stig.













































































