Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

KÍ kvinnurnar vunnu í Gøtu í dag

Oliver Joensen

Lagt varð upp til ein spennandi dyst í dag í kvinnudeildini ímillum KÍ kvinnur og tær úr Víkingi. Við dystar byrjan var ivi um, um spælast kundi í Sarpugerði í dag, tí sera nógvur vindur var eftir vøllinum. Sum spælið gekk, so áttið dysturin helst at verið avlýstur, tí trupult var at fáa bóltin at liggja í deyðbóltstøðum og fleiri ferðir var bólturin hildin niðri ímeðan leikari skjeyt. 

Tað var KÍ, sum í nógva vindinum í fyrra hálvleiki stýrdi spælinum hóast Víkingur onkuntíð vann ímóti vindinum fram at KÍ málinum. Men tað eydnaðist KÍ at fáa tvey mál í fyrra hálvleikinum.

Í Seinna hálvleiki hevði Víkingur vindin við, og tað sást eisini á trýstinum á KÍ málið og tað gingu ikki nógvir minuttir til Vikingur minkaði um munin til 2-1 til KÍ.

Men sum leikur fór, stóð KÍ verjan sterk og í einum álopi, ímóti vindinum og Víkingi, fekk KÍ eftir trýst Víking til eitt sjálvmál eftir horna.

Dysturin endaði við 3-1 til KÍ. Málsjúttar vóru Hervør, Tórun og sjálvmál.

Harleyfacadeacryl