Fyrr í ár høvdu kvinnurnar hjá KÍ trupulleikar av B68 á Svangaskarði, har eitt mál seint í dystinum avgjørdi. Í kvøld var eingin ivi, tá liðini spældu í Klaksvík. KÍ vann stórsigur. Bæði Maria K. Thomsen og Rannvá B. Andreasen skoraðu hattrik fyri KÍ. KÍ hevur framvegis fult stigatal nú 5 umfør eru leikt í bestu kvinnudeildini.




