Hóast tað til tíðir sá út sum um at FSVágar kundi byggja eitt álop upp, so taptu tær stórt í Klaksvík ídag, heili 19-1 til kvinnurnar úr KÍ gjørdist støðan.
Vit vita at KÍ kvinnurnar eru ikki lættar at syfta í fótbólti, men í einum slíkum dysti, tá tær vinna heili 19-1 á Norðoyastevnu, so er mótstøðan sera lítil.
Í byrjanini av dystinum var eitt vet av javnvág í. FSVágar spældi seg til nøkur álop, men tá so KÍ kvinnurnar fingu hol á við einum máli frá Báru S. Klakkstein og FSVágar stutt eftir gjørdi eitt sjálvmál, kom glið á málfestina hjá KÍ, har var einki at gera hjá FSVágum og KÍ slapp at spæla sum teimum lysti.
Hálvleiksstøðan gjørdist 10-0 til KÍ og tá dómarin blásti dystin av var endaliga úrslitið 19-1 til klaksvíkskvinnurnar.
Tillukku KÍ.




