Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-kvinnurnar vunnu trygt 3-1 á B36

Oliver Joensen

Tað var ikki sørt av spenningi undan semifinaludystinum hjá kvinnunum ídag í Klaksvík, har KÍ skuldi møta B36. Fyrri dysturin í Havn endaði málleysur 0-0.

KÍ kvinnurnar løgdu seg á dystin í fyrra hálvleiki. Hóast málini ikki blivu so mong, so kom B36 sjálvdan til málmøguleikar, í fyrra hálvleiki hevði B36 ongan upplagdan møguleika. KÍ legði seg á odda við einum máli hjá Malenu Josephsen. Rannvá Andreasen stóð fyri tveimum sera vøkrum málum. Tað fyrra við einum langskoti úr umleið 25 metra fjarstøðu og tað seinna var eitt einmansavrik, har hon fyrst rak bóltin fram við linjuni, fintaði fleiri B36 leikarar av og setti bóltin í netið við einum hørðum skoti. Ímóti dystarenda eydnaðist tað B36 at minka um munin til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. KÍ-kvinnurnar eru sostatt í steypafinaluni aftur í ár.