Tað er sum skilst ein góður møguleiki fyri, at ein KÍ legenda verður nýggjur venjari hjá EB/Streymi.
Tað er sum skilst ein góður møguleiki fyri, at ein KÍ legenda verður nýggjur venjari hjá EB/Streymi.
EB/Streymur flutti niður úr Effodeildini í ár og seinastu tíðina hevur felagið leitað eftir nýggjum venjara. Fleiri nøvn hava verið sett í sambandi við starvið, men nú tykist greitt, at ein klaksvíkingur er millum favorittarnar at fáa starvið.
Talan er um leikaran hjá KÍ, sum hevur skorað flest mál í Europa. Hann var fyrsti føroyingur, sum yvirhøvur skoraði í Europa kappingum og fyrsti sum skoraði hattrick. Talan er sjálvandi um Olgar Danielsen. Olgar er kent navn í EB/Streymi, tí hann hevur áður verið venjari í felagnum frá 2007 til 2011, tá hann vandi næstbesta liðið hjá EB/Streymi. Men hesaferð fær hann møguliga starvið hjá besta liðnum, sum varðveitir nógvar av teimum leikarunum, sum endaðu langt aftast í deildini í ár.
Enn er einki endaliga staðfest, men Norðlýsið skilur, at Olgar kanska er størsti favoritturin at fáa starvið í EB/Streymi. Men hetta skal takast við fyrivarni, so leingi sum einki er endaliga staðfest. Sum hjálparvenjari er Bjarni Mohr Arnason nevndur. Hann hevur áður verið ungdómsvenjari hjá EB/Streymi.




