Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ leikari avloysir KÍ leikara

Jákup Ósá

U21 landsliðið hevur fingið fleiri avboð seinastu dagarnar.

U21 landsliðið hevur fingið fleiri avboð seinastu dagarnar.

U21 landsliðið hjá Føroyum spælir hóskvøldið kl. 18.00 á Svangaskarði móti Russlandi. Men venjarin Bill M. Jacobsen hevur verið noyddur at gjørt broytingar í hópinum. KÍ leikararnir Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð blivu skaddir í steypafinaluni og hava verið ivasamir til dystin. Nú er so avgjørt, at Jákup B. Andreasen má melda avboð. Fyri hann kemur David Langaard úr KÍ. ÍF málverjin Elias Rasmussen er blivin skaddur og fyri hann er komin NSÍ málverjin Karsten Hansen. Leivur Joensen er eisini blivin skaddur og fyri hann er komin Bethuel Hansen úr NSÍ. Ivasamt er, um Jóannes Bjartalíð verður klárur til dystin. 
Harleyfacadeacryl