sigur Jóannes Jakobsen, sum heldur at innsatsurin hjá leikarunum er alt ov svingandi.
Jóannes Jakobsen, fyrrverandi KÍ venjari, var "med-kometator" hjá Kringvarpinum sunnudagin á Sandi.
– Stutt kunnu vit siga at betra liðið vann.
– KÍ hevði ikki eina góðan dag – teir skaptu alt ov lítð og úrslitið var fult uppiborið.
– Leikararnir virkaðu ikki at verða klárir til dystin og tí fótaðu teir sær ongantíð.
– Í seinra hálvleiki hevði KÍ eina løtu har teir megnaðu at flyta spælið yvir á mótstøðu hálvuna, men B71 var betra liði allan dystin.
– Tendringin var ikki til staðar og tí megnaði KÍ ongantíð at koma inn í dystin.
– Eg havi sæð fleiri dystir hjá KÍ í ár men samanumtikið hevur tað verið alt ov svingandi.
– Tað er umráðandi at hava ein botn sum tryggjar eitt ávíst støði – soleiðis at ein altíð far stig burtur úr – men hetta hevur ikki verið hjá KÍ í ár.




