Bæði leikarar og fjepparar svara spurningum.
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevur KÍ í ár givið leikskrá út til hvønn heimadyst. Í hvørjum blaði er ein grein frá einum gestaskrivara, sum hevur verið eitt nú Tummas Lervig, Eyðun Klakstein, Jóannes Hansen, Jóhann Lutzen, Leivur Frederiksen og Jóan Pauli Jacobsen. Síðani hevur ein grein verið um dystin, har støðan hjá báðum liðunum hendan dagin hevur verið viðgjørd.
Harumframt hevur ein leikari og ein fjeppari svara spurningum í hvørjum blaði.
Leikararnir skulu m.a. svara uppá, hvør KÍ leikari var best seinasta dyst, hvør minniligasti dysturin er, sum teir hava spælt við KÍ, hvør er størsta KÍ legendan í teirra tíð, hvør er besti viðleikari nakrantíð, hvør er besti mótleikari nakrantíð, hvør leikari er best fyri tað sosiala í hópinum, hvar í Føroyum tað er best at spæla burtursæð frá í Klaksvík, hvør KÍ áskoðari er ”orduliga well” o.s.v.
Leikararnir sum hava svarað eru: Ivan Joensen, Jóhan Jacobsen, Henry Heinesen, Páll A. Klettskarð, Tórur Justesen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Bárður Johnsson Heinesen, Meinhardt Joensen og Sørmundur Kalsø.
Fjeppararnir skulu svara uppá nakrar av teimum somu spurningunum. Aðrir spurningar eru m.a., hvat nummar KÍ endar í ár, hvør verður ársins KÍ leikari í ár, hvønn viðkomandi hevði keypt til KÍ og hvør leikari er best á mótstøðuliðnum hendan dagin.
Fjeppararnir sum hava svarað eru: Hans Andrias Olsen, Rúna Bjartalíð, Magni Husgaard, Heri Ósá, Karl Martin Samuelsen, Súni Anthoniussen, Ísak Hansen, Kristoffur Dragaberg, Rógvi Østerø, Regin Sivertsen, Agnar Frederiksen og Sylvan Jakobsen.
Afturat hesum eru nógvir lýsarar, sum eru grundarlagið undir sjálvari leikskránni. Niðanfyri kunnu allar leikskráirnar í ár lesast við at klikkja á viðkomandi dyst.
Leikskráir: (Onkuntíð kann vera neyðugt at gera skermin størri fyri at síggja betri. Minst til at lata fílin ”loada” liðugt)
17. umfar: KÍ-NSÍ (manglar)
6. umfar: KÍ-Skála (Fílur viðheftur niðanfyri)
5. umfar: KÍ-AB (Fílur viðheftur niðanfyri)




