Í botndystinum á Svangaskarði í kvøld megnaði KÍ bert javnleik tá dómarin, Oddmar Andreasen, gav B68 eitt brotsspark í yvirtíðini.
Dysturin var ikki serliga væl leiktur. Baði liðini, sum liggja á aftasta og triðaftasta plássi í landskappingini høvdu bæði brúk fyri øllum stigunum.
Eitt korter inn í seinra hálvleik dettur bólturin til Jacob Bymar, eftir eina misskiljing í verjini hjá B68, og væl leikandi danin rennur verjuna av, skjútur bóltin millum beinini á málverjanum og so var 1-0 til KÍ.
Leiðslan var uppiborðin og hóast B68 royndi at trýsta seinastu minuttirnar so roknaðu flestu við at KÍ fór at fáa øll stigini, men í yvirtíðini gav dómarin Oddmar Andreasen B68 eitt brotsspark.
Hetta hendi eftir eitt innlegg, sum KÍ-liðskiparin Atli Danielsen temur við økslini. Dómarin letur spæli ganga, men linjuverjin hevur flaggið uppi, og eftir drúgva ráðføring við linjuverjan velur Oddmar Andreasen at døma brotsspark.
Talan var um eina forering til toftamenn, og tí er væl skiljandi at klaksvíkingar føldu seg sníttar eftir dystin. Men hinvegin so hevði KÍ fleiri opnar málmøguleikar og áttu at avgjørt dystin sjálvir, men tá teir ikki megnaðu tað so var kanska uppiborið at B68 eisini fekk stig, og fordoblaði harvið sítt stigatal.
KÍ-B36
B36 sum var á vitjan á Mølini í kvøld fekk fulla úrtøku við einum sannførandi 2-0 sigri og liggur nú á øðrum plássi í landskappingini við einum stigi og dysti meira enn Skála. Sunnudagin skal KÍ so møta toppliðnum B36 á Djúpumýru, men ilt er at ímynda sær hvussu vit út frá dystinum á Toftum kunnu fáa nakað stig til høldar.
KÍ-liðið
Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen, Ovi Nysted, Niclas Niclasen, Marek Wierbicki, Leon Bjartalíð, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein, Símun Joensen, Jacob Bymar og Erling Fles.
Arnold Joensen kom inn fyri Eyðun um hálvan seinra hálvleik og Julian Samuelsen kom inn fyri Erling í seinastu minuttunum.
Á beinkinum vóru eisini: Harley Bertholdsen, Tórður Lervig, Andreas Jóhannesen
Støðan
Felag…. Dystir… Stig
HB……..9………..20
B36…..10………..18
Skála…..9………..17
NSÍ…….9………..15
EB/Str….10……..14
GÍ………..10…….14
VB………..9……..13
KÍ……….10……..13
ÍF………..10………4
B68……..10………2




