sigur venjarin hjá B36, Jóannes Jacobsen, sum ikki skilir hví fjølmiðlarnir hava gjørt B36 til favorit at vinna FM-heiti
Jóannes Jacobsen, fyrrverandi KÍ venjari, núverandi høvuðsvenjari hjá B36, sigur at hann gleðir seg til dystin sunnudagin móti KÍ í Gundadali.
– Tað er alttíð ein avbjóðing at spæla móti KÍ og í løtuni styrkismeti eg liðini at vera sera jøvn.
– Fjølmiðlarnir hava gjørt HB og B36 til favorittar at vinna FM í ár, men hetta haldi eg er ikki rætt tí taka vit mítt lið so hava vit mist einar 5 stammuleikarar, sum vóru á liðnum í fjør.
– Hinvegin so haldi eg at KÍ er undirmett, tí tað sum eg havi sæð, so hava teir staði seg ógvuliga væl og tí eiga teir eisini at verða millum favorittarnar at gerast meistarar.
Væl nøgdur
B36 venjarin er væl nøgdur við lið sítt sum higartil hevur staði seg væl.
– Vit leiktu ein góðan dystin móti EB/Streymi og so at siga allir men eru tøkir og tí kann eg ikki annað enn gleða meg til vikuskifti.
Javnur dystur
– Eg vanti ikki at áskoðararnir skulu vanta ein væl leiktan dysti.
– Teir dystirnir sum vit higartil hava leikt ímóti KÍ hava verið sera tættir.
– Tað er tíðuligt at klaksvíkingar hava gjørt sær ómak við verjuspælinum og tí er sera trupult at spæla móti KÍ. Vit hava eisini verið ógvuliga varnir í okkara spæli, so eg vanti ikki ein væl leiktan dyst, men sjálvandi verður hann spennandi.
Allan Mørkøre ikki við
Jóannes Jacobsen sigur at ein av góðu leikarunum hjá B36 í fjør var Allan Mørkøre, men av tí at hann fekk álvarsligan skaða hevur hann ikki verið tøkur higartil í ár.
– Hetta er stórt spell, tí Allan var verðuliga komin í stórform. Hann er byrjaður at venja, men hevur tó ikki enn luttikið í bóltvenjingunum og hann verður heldur ikki við í dystinum móti KÍ sunnudagin.
B36 fer at leypa á
Jóannes Jacobsen sigur at hann ongantíð hevur trúð uppá at tað ber til at verja seg til trí stig.
– Mítt lið skal inn at skapa dystin og tí skulu vit verða sinnaðir at fara í álop.
– Henda hugburð havi eg altíð havt bæði á útivølli og á heimavølli. Soleiðis verður eisini sunnudagin.




