Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-liðskiparin verður ikki tøkur í fimm mánaðir

Jákup Ósá

KÍ-liðskiparin Jákup B. Andreasen hevur verið undir skurð og nú skalt alt lekjast.

Tað var móti EB/Streymi, at Jákup B. Andreasen fór út á børu. Og nú er greitt, at hann væntandi ikki spælir aftur fyrr enn í heyst. Við øðrum orðum má hann binda frið í fimm mánaðar.

– Eg breyt beinið og fekk skaða á fleiri liðbond. Skurðviðgerðin gekk væl. Tað er trupult at meta um, nær eg spæli aftur. Beinbrotið og liðbond skulu lekjast og síðani er uppvenjing. Tað er nokk ikki realistiskt, at eg spæli aftur fyrr enn einaferð í heyst, sum er september-oktober. Tað kann vera eitt sindur fyrr og kann eisini vera seinni, tí tað kemur ann uppá, hvussu uppvenjingin gongur, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið.

Sostatt er hann lagdur afturat langtíðarskaðalistanum, sum frammanundan taldi Hall Hansson, Odmar Færø og Heina Vatnsdal.

Harleyfacadeacryl