Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ lýsir til eykaaðalfund um KÍ-høllina

John William Joensen

Klaksvíkar Ítróttarfelag, boðar nú til eykaaðlfund og á skránni er møgulig søla av KÍ-høllini.

Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, sigur at fundurin er ein partur av arbeiðinum at umskipa KÍ til ein lættari bygnað.
– Nevndin boðaði frá á seinasta aðalfundi at arbeitt verður við eini møguligari sølu av KÍ høllini. Grundin er tann at vit royna at gera KÍ til eitt felag har tað fyrst og fremst verður arbeitt við teimum ítróttarligu avbjóðingunum.
– Vit eru í samráðingum við Kommununa og ætlanin er at eykaaðalfundurin skal geva nevndini heimild til at halda fram við hesum samráðingum, sum møguliga kunnu enda við at KÍ selur høllina, sigur Gestur Hovgaard.
Fundurin er lýstur at vera hósdagin 21. oktober kl. 20 á loftinum í KÍ-høllini.

Harleywoodpaint