Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-málverjin gjørt sáttmála fyri 2025 og 2026

Jákup Ósá

KÍ hevur nú fingið málverjuøkið uppá pláss til 2025.

KÍ skrivar:

Danin, Mark Fabricius Jensen kom í vár til KÍ úr norska felagnum Start.
Higartil í ár hevur Mark tilsamans vart KÍ-málið í 30 dystum, harav 8 UEFA-dystum.

-Høvuðsorsøkin til eg havi valt at framleingja avtaluna við KÍ er, at eg haldi meg hava verið í eini góðari gongd og gjørt framstig hetta kappingarárið. Tað gevur mær áræði til, at avrika enn betri, so eg kann gera mítt til, at vit í KÍ fáa meir burtur úr næsta ár. Tað skal eisini sigast, at vit sum familja hava kent okkum vælkomin og trívast betri og betri í Klaksvík, sigur Mark við www.ki.fo.

Vit í KÍ fegnast um, at Mark er í kapping í aftasta verjuskansa komandi tvey árini.