Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ mátti fáa hjálp

Jákup Ósá

Tað var ikki til at síggja á vøllinum, at KÍ spældi fyri lívinum, tá Víkingur og KÍ møttust í Sarpugerði.

Tað var ikki til at síggja á vøllinum, at KÍ spældi fyri lívinum, tá Víkingur og KÍ møttust í Sarpugerði.

Sum so ofta fyrr í ár, so var KÍ væl við fyrstu løtuna. Tó høvdu klaksvíkingar trupult við at koma til opnar møguleikar. Nógv innlegg og hornaspørk spurdust burturúr, men einki kom burturúr. Eftir hálvan tíma kom Víkingur á odda. Tann so lítið sannførandi KÍ miðverjan við Atla Danielsen og Sørmundi Kalsø fekk ikki ruddað burtur og so kundi Hanus Jacobsen smekkað bóltin undir net takið til 1-0. Stutta løtu seinni var KÍ verjuparturin enn einaferð settur skák mát, tá Atli Gregersen sendi langan flatan bolt, sum Jann Ingi Petersen leyp uppum og so kundi Hans Jørgen Djurhuus skora til 2-0. Ta 39 minuttir vóru leiktir økti Finnur Justinussen eftir innlegg úr vinstru. 3-0 og vit sóu longu fleiri klaksvíkingar ríma norður aftur til Klaksvíkar longu áðrenn dómarin bríkslaði fyri hálvleiki.

Í seinna hálvleiki fingu vit ikki nakað mál. KÍ byrjaði hóttandi og Álvur Christiansen var nær við at minka um munin, men í seinni royndini endaði bólturin á yvirleggjaranum. Sum hálvleikurin leið, so javnaði dysturin seg og Víkingur var ofta nær við at økja um úrslitið. Trygga leiðslan hjá Víkingi bleiv ongantíð hótt og tí kundi heimaliðið fegnast um tryggan 3-0 sigur.

Mugu taka annað skinn um bak

Tað skuldi vísa seg hjá KÍ, at liðið – hóast pínliga avrikið í Norðragøtu – bjargaði sær Effodeildar fótbólt í 2014. Í grundini er tað ótrúligt, tá man hugsar um, at liðið síðani 1. apríl einans hevur vunnið ein heimadyst móti 07Vestur og ein útidyst móti AB. Tí er eingin ivi um, at tað má tosast við stórum bókstavum í vetur. Ein sigur móti botn proppinum 07Vestur í seinasta umfarinum broytir einki uppá kalda veruleikan. Fleiri av “ungu” leikarunum hava spælt í 3-4 ár í bestu deildini, men framgongdin hjá hesum leikarum er trupul at fáa eyga á. Samstundis hevur liðið eldri “profilar”, har teir flestu enntá spæla fyri sínum sáttmála í 2014, sum hava víst lítið og einki í stórum pørtum av kappingarárinum. Í Norðragøtu í dag spældi eingin av hesum sáttmála leysu leikarum seg nærri nøkrum góðum sáttmála við KÍ ella nøkrum øðrum liði. At HB so bjargar KÍ tilveruni í Effodeildini í 2014 fjalir ikki yvir, at tað skal eitt stórt – sera stórt – arbeiði til hjá KÍ í vetur og fram til komandi kappingarár, um føroyingar aftur skulu taka annars so stolta felagið í Klaksvík seriøst í 2014.