Vit eru nøgdir við gongdina ídag. Spælið er nakað umlagt og hetta er kanska eisini nakað, sum leikararnir skulu venjast við.
KÍ megnaði bert 0-0 á Tvøroyri ídag. Tom Jakobsen, heimildar maður okkara sigur, at fyrsta hálva tíman átti KÍ spælið, men TB kom so við og við meira við í spælið. Sjálvandi eru broytingar gjørdar nú vit hava nýggjan venjara og eg haldi at spælið hjá KÍ sær nokk so spennandi út, men sjálvandi skal hetta venjast.
Í seinna hálvleiki gjørdi venjarin útskiftingar, við at Kristoffer kom inn fyri Arnold og Julian fyri Heðin.
Veðrið var hampuligt, nakað av vindi, men tó ikki so at tað darvaði spælið nakað.




